Møguliga eingin Nobelvirðisløn í ár

Møguliga eingin Nobelvirðisløn í ár
Kreppa er í Svenska Akademinum, og tí er møguleiki fyri, at Svenska Akademiið, sum á hvørjum ári handar Nobel-virðisløn, onga fer at handa í ár
 
26.04.2018 - 09:18

Tað sigur SVT.

Anders Olsson, skrivari hjá Akademiinum, sigur við SVT, at spurningurin verður viðgjørdur nú, og at niðurstøðan verður kunngjørd í næstum.

Skuldsetingar hava verið um, at Nobelnevndin ger kynjamismun - tað vil, sambært Sprotanum, siga, at menn lítilsmeta konufólk og meta tær sum eina vøru ella sum seksualobjekt.

Nevndin verður eisini skuldsett fyri valdsmisnýtslu og ikki at vera óheft.

Útseta handanina

Sambært upplýsingum, eru persónar í Nobel-nevndini og Svenska Akademiinum sum halda, at virðislønin ikki eigur at verða handað í ár.

Ein kelda innan svenska Akademiið sigur, at møguliga verða tvær Nobel-virðslønir ístaðin næsta ár, - fyri hetta og næsta ár.

Peter Englund, fyrrverandi skrivari, sum fór úr starvi á Akademiinum sigur, at tað ber til at útseta handanina eitt ár.

Nevndin til hús

Sambært kelduni í Svenska Akademiinum, átti nevndin at lagt frá sær. 

Hinvegin sigur limurin í akademiinum, Gøran Malmqvist, at arbeiðið við Nobelvirðislønini heldur fram, hóast spurningurin um onga virðisløn í ár verður viðgjørdur.

Malmqvist leggur dent á, at svenska Akademiið ongantíð hevur steðgað eini virðisløn, og hví skal tað so henda nú, skrivar SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981