Veita trygd fyri Oyggjaleikunum

Veita trygd fyri Oyggjaleikunum
Løgtingið hevur samtykt at veita fíggjarliga trygd fyri at hava Oyggjaleikir í Føroyum.
 
18.04.2018 - 07:39

Løgtingið samtykti í gjár við 32 atkvøðum, at veita fíggjarliga trygd upp á í minsta lagi 10 milliónir krónur til at hava Oyggjaleikir í Føroyum í seinasta lagi í 2029.

Seinast, Oyggjaleikir vóru í Føroyum, var í 1989.

Ætlanin var at hava Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2019, men ÍSF noyddist taka umsóknina aftur, serliga tí fíggjarligu fortreytirnar vóru ikki til staðar.

Nú verður roynt aftur, og ætlanin er, at Føroyar skulu bjóða seg fram at hava Oyggjaleikirnar í 2029, 40 ár eftir, at teir fyrstu ferð vóru í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209