Skulu svara semingsuppskotinum í kvøld

Skulu svara semingsuppskotinum í kvøld
Klokkan tíggju í kvøld skulu arbeiðsgevarar og flogskiparar svara Semingsstovninum, um feløgini taka av einum semingsuppskoti, sum tey fingu í nátt
 
16.04.2018 - 10:22

Klokkan tíggju í kvøld skulu Føroya arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelagið svara Semingsstovninum, um feløgini taka av einum semingsuppskoti, sum tey fingu í nátt.

Semingsstovnurin varð boðsendur týsdagin. Fríggjadagin varð farið undir semingsroynd.

Hon vardi til leygarmorgun klokkan fimm. Partarnir hittust aftur í gjár klokkan 14.00.

Eitt semingsuppskot varð lagt fyri partarnir í nátt.

Sáttmálin millum Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag fór úr gildi á midnátt fríggjakvøldið. Partarnir hava í fyrsta umfari longt sáttmálan til á midnátt týskvøldið.

Tá Semingsstovnurin gevst við royndini at finna semju, hava partarnir í minsta lagi 14 dagar at boða frá arbeiðssteðgi.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907