Sundsverkið góðkent við treytum um dálking og larm

Sundsverkið góðkent við treytum um dálking og larm
Nú SEV byggir á Sundi, hevur alt Sundsverkið fingið nýggja umhvørvisgóðkenning, kunnger Umhvørvisstovan
Sundsverkið verður bygt út.
 
29.03.2018 - 12:32

Treytir eru um, hvussu raksturin av motorunum verður raðfestur, at reinsiskipan er á roykinum frá motorunum á nýggju støðini og, at innihaldið av svávuli skal minka frá 2020. 

Harafturat eru treytir um tangagarð, spillivatn, óljóð, mannagongdir og tilbúgving.

Tá vatn og vindur svíkja 

Endamálið við útbyggingini á Sundi er at hava eitt elverk, sum kann veita orku, tá vatnorka og vindorka ikki eru tøk.

Verkið á Sundi skal eisini veita støðugleika og fylla út sveiggini í vindorkuni og vatnorkuni. 

SEV metir, at elframleiðslan í meginøkinum verður millum 430 og 530 megawatttímar um árið, og at elverkið á Sundi fer at gera millum 108 og 163 megawatttímar um árið. 

Kann kærast

Góðkenningin kann kærast.

Tey kunnu kæra, sum avgerðin um umhvørvisgóðkenningina hevur serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. 

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna.

Kærufreistin er til flaggdagin, 25.apríl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366