Mótmæla handtøkuna

Mótmæla handtøkuna
Fólk í túsundatali eru savnað saman á gøtunum í Barcelona at mótmæla handtøkuna av fyrrverandi Katalanska forsetanum, Carles Puigdemont
Mótmælisgongan á gøtunum í Barcelona
Mynd: Ritzau  
 
25.03.2018 - 17:27

Túsundtals fólk fóru seinnapartin í dag út í gøturnar í Barcelona at mótmæla handtøkuna av fyrrverandi Katalanska forsetanum, Carles Puigdemont. 

Tað var fyrr í dag, at týska løgreglan handtók Carles Puigdemont tætt við markið millum Danmark og Týskland. 

Tey eru ónøgd við handtøkuna og krevja, at hann ikki verður útflýggjaður til Spania. Í Spania er hann ákærdur fyri uppreistur og kann fáa 25 ára fongsulsrevsing. Tað skrivar TV2

Mótmælisfólkini brúka m.a. slagorðið "Frælsi fyri politiskar fangar" í mótmælisrørsluni í dag. Við á mótmælisgongu hava tey eisini katalanska flaggið og bannarar um loysing frá Spania. 

Sakførarin hjá Puigdemont sigur, at tey hava sett ein serligan løgrfrøðing at taka sær av sakini hjá Puigdemont í Týsklandi. Hann skal fyri ein týskan dómara mánadagin.

Ikki øll eru hørm um handtøkuna. Í Madrid fegnast tey, tí teimum dámar ikki Puigdemont, tí hann sum forseti í Katalonia gjørdi uppreistur og royndi at loysa frá Spania.

Assembly Nacional, sum er ein felagsskapur fyri Katalanskari loysing frá Spania, hevur lagt fleiri myndir á Twitter. Her eru nakrar teirra: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946