- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bank Nordik størri vinning
Bank Nordik størri vinning
BankNordik væntar sær størri vinning ár, nú BI Holding A/S hevur broytt virðismetingina á partabrævinum.
21.03.2018 - 14:55
BI Holding, Bank Invest samtakið, hevur boðað frá, at virðið á partabrævinum er ásett øðrvísi enn fyrr, tað er størri nú.
Hetta ger, at partabrøvini hjá BankNordik í BI Holding eru 21 milliónir krónur meira verd fyri skatt.
Og tað ger, at bankin nú væntar, at úrslitið í ár verður 165 til 215 milliónir krónur, tað eru 15 milliónir meira enn fyrr fráboðað.
Rakstrarúrslitið í 2018 er tó óbroytt, onkra staðni millum 160 til 200 milliónir krónur, væntar BankNordik.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV