Broyting í ættleiðingarlógini

Broyting í ættleiðingarlógini
Í framtíðini fáa føroysk foreldur, sum ættleiða, holla ráðgeving bæði fyri og eftir ættleiðingina.
 
14.03.2018 - 08:47

Hetta er ein broyting í nýggju lógini um ættleiðing, sum fær fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag. Í Føroyum eru lutfalsliga nógv ættleidd børn samanborið við fólkatalið. 

Í dag eru 122 ættleidd børn í Føroyum undir 18 ár. Seinastu fimm árini eru fýra børn komin til Føroya hvørt ár.

Yvirtaka familurættarliga økið

Á Ólavsøku verður familjurættarliga økið føroyskt, og er lógin um ættleiðing ein partur av yvirtøkuni. 

Nýggja lógin hevur nógvar nýggjar ásetingar, sum ikki eru í galdandi lóg.

Í fyrstu syftu verður samstarv við danskar myndugleikar um ættleiðing úr øðrum londum. 

Lógaruppskotið, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri tingið, gevur heimild til hetta samstarv. Í nýggju lógini um ættleiðing verða krøv sett um fyrireikandi skeið í ættleiðing fyri at tryggja, at ættleiddu børnini koma til so vælfyrireikaðar familjur í Føroyum, sum til ber. 

Gigni fer at skipa fyri hesum skeiðum. Eisini skal Gigni bjóða ættleiðingarforeldrum ráðgeving beint fyri og eftir ættleiðing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519