- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kappingarárið byrjar í dag
Kappingarárið byrjar í dag
Kappingarárið 2018 í fótbólti byrjar í dag hjá bæði kvinnum og monnum. Vit stroyma beinleiðis úr Gundadali, tá HB tekur ímóti KÍ
11.03.2018 - 12:30
Kappingarárið í bestu fótbóltsdeildini byrjar í dag hjá kvinnum og monnum.
Hjá kvinnum eru tveir dystir í dag. B68 ímóti HB klokkan 15, og ÍF/Víkingur taka ímóti KÍ klokkan 17.30.
Klokkan 15 skulu øll liðini hjá monnum spæla fyrsta dystin í Betri-deildini í ár.
Dystartalvan er hendan hjá monnunum:
AB | 07 Vestur |
HB | KÍ |
EB/Streymur | B36 |
TB/FCS/Royn | NSÍ |
Víkingur | Skála |
Kringvarpið sendir beinleiðis frá dystinum í Gundadali millum HB og KÍ, og tú kanst hyggja við her.
Eftir Grækariasmessuhaldið á Vaglinum klokkan hálvgum fýra verður eisini frásøgn frá dystinum í útvarpinum.
Suni Merkistein og Jóannes Jakobsen fara at siga frá úr Gundadali í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV