- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyska A-landsliðið er úttikið
Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið tjúgu spælarar til tveir venjingardystir, sum báðir verða spældir í mars.
Millum teir tjúgu er Gunnar Vatnhamar, sum er úttikin fyri fyrstu ferð.
- Hetta vóru heilt fantastisk boð at fáa, og eg eri mestsum málleysur.
-Sum flestu fótbóltsspælarar havi eg droymt um A-landsliðið líka síðani eg byrjaði at spæla fótbólt, sigur Gunnar Vatnhamar við fsf.fo
Gunnar Vatnhamar leggur afturat, at hann gleðir seg at sleppa at spæla á landsliðnum saman við bróður sínum, Sølva Vatnhamar.
Landsliðshópurin fer frá 18. til 26. mars á venjingarlegu í Spania.
Umframt venjingar eru eisini tveir landsdystir á skránni.
21. mars spæla Føroyar og Liktinstein, og 25. mars er Lettland mótstøðuliðið.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Trygvi Askham, B36
Jónas Tór Næs, B36
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Ari Mohr Jónsson, Sandnes ULF (NOR)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)
Sonni Ragnar Nattestad, Molde FK (NOR)
Alex Mellemgaard, B36
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli R. Sørensen, Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Víkingur (ICE)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Patrik Johannesen, Florø (NOR)
Jóan Símun Edmundsson, OB (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ