Elorkan skal liberaliserast, sigur Sambandið

Elorkan skal liberaliserast, sigur Sambandið
Landsstýrið skal gera eina frágreiðing og lógaruppskot, sigur uppskot til samtyktar
SkaL málið um grøna orku røkkast, má okkurt gerast nú, sigur Sambandsflokkurin.
 
21.02.2018 - 07:23

Nú eigur elorkan í Føroyum at verða liberaliserað, so hon verður bíligari.

Sambandsflokkurin vil hava løgtingið biðja landsstýrið um at koma við frágreiðing um, hvussu elorkuøkið í Føroyum kann liberaliserast eftir altjóða leisti.

Landsstýrið eigur eisini at leggja fram lógaruppskot um at liberalisera elorkuna. 

Ein liberalisering kann samanberast við tað, sum vit kenna á tele-økinum, sigur Sambandsflokkurin. 

Yvir 500 GWt

Tað kom týðiliga fram á orkuráðstevnuni, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri á vári 2017, at skal grøna málið náast, er neyðugt við einari liberalisering.

Skulu skapandi kreftirnar sleppa framat, er neyðugt at opna dyrnar og loyva privatum á elmarknaðin. 

Verandi skipan er alt ov stirvin, sigur Sambandsflokkurin. 

Flokkurin sigur, at ES hevur samtykt, at orkukervi, sum fara upp um 500 GigaWatttímar, skulu liberaliserast.

Føroyar fara upp um 500 GigaWatttímar um fá ár, sigur Sambandsflokkurin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946