Fjølrit vil hava 1,5 milliónir afturvirkandi

Fjølrit vil hava 1,5 milliónir afturvirkandi
Í trý ár hevur eingin avtala verið millum Mentamálaráðið og Fjølrit, sum umboðar rithøvundar og listafólk og teirra upphavsrætt
 
10.01.2018 - 19:07

Fjølrit hevur sent eina rokning til Mentamálaráðið. 1,5 milliónir krónur fyri kopipengar við afturvirkandi gildi.

Eingin avtala hevur verið millum Fjølrit og føroysku myndugleikarnar seinastu trý árini, meðan tey hava verið í eini tilgongd at yvirtaka lógina um upphavsrætt.

Men nú hevur Mentamálaráðið gjørt eina avtalu við Fjølrit, sum inniber, at Mentamálaráðið rindar 250 krónur fyri hvønn næmingin á Miðnámi og 500 krónur fyri hvønn næmingin á hægri lesnaði.

Fjølrit hevur skotið upp, at kommunurnar gjalda 300 krónur fyri hvønn næming í fólkaskúlanum, og at tann upphæddin er við øllum kopivirksemi í kommununi - eisini frítíðarskúlar og musikskúla, men enn er eingin avtala við kommunurnar.

Í september sendi Fjølrit ein teldupost til mentamálaráðið, har upphæddin 500 túsund krónur um árið - í alt 1,5 milliónir krónur verða nevndar. 

Spurt verður um, hvat Mentamálaráðið heldur um tað, men enn hevur Fjølrit einki svar fingið.

Nú hevur felagið so sent eina rokning uppá 1,5 milliónir krónur. 

Upphæddin fevnir um kopiering av upphavsrættarvardum verkum í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2014 til 4. august 2017.

Og tað er fyri virksemið hjá bæði landi og kommunum, sigur Atli K. Petersen, sum er formaður í Fjølriti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772