- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri kor til yrkislistafólk
Fólk kunnu nú fáa listafólkaløn í níggju ár út í eitt - tað eru tríggar ferðir trý ár.
Kunngerðin um Mentanargrunn landsins er broytt, soleiðis at parturin, sum eitur listafólkaløn, er vorðin neyvari.
Endamálið við listafólkalønum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum burturav arbeiða við list.
Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir á listaliga økinum.
Nevndin fyri Mentanargrunnin setir faknevndir, sum viðgera umsóknirnar um listafólkalønir og gera tilmæli. Í faknevndunum eru fólk, sum hava útbúgving í ávísu listaøkjunum.
Aðrar broytingar eru eisini gjørdar í kunngerðini.
Í upprunaligu kunngerðini, sum kom í 2000, stendur, at stuðul kann latast til fløgur.
Nú stendur, at stuðul kann latast til tónleikaútgávur.
Og nú eru roknskapur og frágreiðing um stuðlaða verkætlan treyt fyri nýggjari tilsøgn um stuðul.