Átta miðlar hava biðið um pengar úr landskassanum

Átta miðlar hava biðið um pengar úr landskassanum
Miðlastuðulsnevndin væntar at kunna svara fyrst í desember
Privatir fjølmiðlar kunnu nú søkja um pengar úr landskassanum. Myndin er frá R7.
 
21.11.2017 - 07:15

Nú freistin er farin, hava átta privatir miðlar søkt um miðlastuðul í ár.

Umsóknir eru frá tíðindabløðum, netmiðlum og útvarpsstøðum. 

Fýra av teimum átta umsóknunum er frá netmiðlum, upplýsir Mentamálaráðið.

Miðlastuðulsnevndin hevur fund hósdagin. Og væntandi verður vikuskiftið brúkt at lesa alla umsóknirnar gjølla.

Nógvar treytir eru fyri at fáa stuðul.

Fyrst í desember

Magnus Dam, sum er formaður í Miðlastuðulsnevndini, veit ikki enn, nær umsøkjarnir fáa svar. Men miðað verður eftir, at tað verður fyrst í desember. 

Umframt Magnus Dam eru Beate L. Samuelsen og Bergur Djurhuus Hansen í Miðlastuðulsnevndini. 

Tvær milliónir krónur eru settar av til miðlastuðul í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946