- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun Edmundsson til KÍ
Hákun Edmundsson til KÍ
Liðskiparin á føroyska U21 landsliðnum í fótbólti, miðvallarin Hákun Edmundsson, skal spæla við KÍ næsta kappingarár
Mynd: Norðlýsið
10.11.2017 - 09:31
Tað skrivar Norðurlýsið á heimasíðuni.
21 ára gamli Hákun Edmundsson spældi farna kappingarár við Skála, men hevur annars umboðað barndómsfelagið B68, NSÍ og danska Vendsyssel í næstbestu deildini.
Sambært Norðlýsinum hevur Hákun Edmundsson spælt 88 dystir í bestu deildini, og hann hevur skotið seks mál.
Sáttmálin millum KÍ og Hákun Edmundsson er galdandi fyri 2018.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV