- Tíðindi, mentan og ítróttur
IS hevur framt altjóða brotsverk í Mosul
Í almennari frágreiðing spyr OHCHR, um Irak tekur undir við, at revismál kunnu førast í Altjóða revsirættar-dómstólinum, ICC, skrivar tíðindastovan Reuters.
ST-skrivstovan nevnir at møgulig fólkadráp, krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini skulu kannast.
IS hevur dripið flest
Ítøkiliga eru fólk hjá yvirgangsfelagsskapinum Islamskur Statur, sambært ST-mannarættindastovninum, sek í at hava avrættað 741 sivilfólk í bardøgum í Mosul, skrivar franska tíðindastovan, AFP burtur úr frágreiðingini.
Samlaða talið av sivilum, sum eru dripini, er sambært uppgerð 2521, - av teimum hevur IS dripið flest.
- Tey, sum hava ábyrgd av hesum, skulu standa til svars fyri ræðuligu brotsverkini, sigur Zaid Ra'ad Al Hussein, sum er ST-hákommisserur fyri mannarættindi.
Eisini álopini hjá sameindu herdeildunum eiga at verða kannað, skrivar OHCHR, sum millum annað nevnir blóðugu luft-álopini í februar í ár.
Vantandi heimildir
Sambært ST-frágreiðingini, hava dómstólarnir í Irak ikki heimild at døma brotsverk av hesum slagi.
Í juli tóku irakskar deildir aftur fyrrverandi miljón-býin, Mosul, frá IS. Og sjálvtilnevnda kalifatið hjá IS í býnum syndraðist tá.
Irakskar deildir tókur aftur valdið í býnum við hjálp frá kurdiskum og amerikonskum deildum.
Menniskjaskjøldur
Undir krígnum millum irakskar deildir og IS, eru IS-hermenn millum annað lagdir undir at hava nýtt sivilfólk í Mosul sum skjøldur.
Meiri enn 800-túsund fólk vórðu rikin frá húsi og heimi undir bardøgunum, skrivar Ritzau.