Arbeiðsgevarar: vit hava øll goldið ov nógv

Arbeiðsgevarar: vit hava øll goldið ov nógv
Føroya arbeiðsgevarafelag heldur, at inngjaldið til Barsilsskipanina hevur verið ov stórt. Nú skal øll barsilslógin endurskoðast, sigur felagið
Vinnuhúsið mælir frá at gera fleiri smáar broytingar í barsilslógini. Í staðin fyri skal øll lógin endurskoðast.
 
23.10.2017 - 07:06

Inngjaldið til Barsilsskipanina hevur verið og er ov stórt, nú ætlanin er at leingja barsilstíðina. 

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag um ætlanina hjá landsstýrinum at broyta lógina um Barsilsskipanina.

Um tað veruliga er so, at rúmd er fyri longdum barsilstíðarskeiði, er tað ein staðfesting av, at inngjaldið til skipanina hevur verið ov høgt, siga arbeiðsgevararnir í hoyringarsvari sínum.

Arbeiðsgevarafelagið mælir frá at broyta skipanina.

Broytingar uttan endamál

Seinastu árini er barsilslógin broytt ógvuliga ofta, uttan at tað tykist vera nakað yvirskipað endamál við broytingunum.

Lógin krevur nú at verða endurskoðað øll, sum hon er, og gerast meira liðilig hjá foreldrunum.

Arbeiðsgevarafelagið heldur tað eisini vera løgið at taka fólk av arbeiðsmarknaðinum nú, ringt er at fáa fólk.

Harafturat fremur uppskotið ikki javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum. 

Um vit vilja tað ella ikki, so er tað ein sannroynd, at tað eru kvinnurnar, sum taka meginpartin av barnsburðarfarloyvinum. 

Við ætlaðu broytingini vera tær uppaftur longri av arbeiðsmarknaðinum, hvørja ferð tær eiga eitt barn, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Felagið leggur afturat, at felagið áður hevur víst á, at bæði foreldur eiga at hava rætt til frítt at býta barnsburðarfarloyvið millum sín.

Saknar upplýsingar

Føroya arbeiðsgevarafelag saknar eisini upplýsingar um umsitingarútreiðslurnar hjá Barsilsskipanini og, hvussu framrokningarnar av fíggjarliga rásarúminum í Barsilsgrunninum eru gjørdar.

Samanumtikið mælir Føroya arbeiðsgevarafelag frá ætlaðu broytingini hjá landsstýrinum.

Felagið mælir í staðin til, at øll barsilslógin verður endurmett.

Landsstýrið ætlar at leingja barnsburðarfarloyvið tvær vikur næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981