Katalonia kann missa sjálvstýrið í dag

Katalonia kann missa sjálvstýrið í dag
Mótatgerðin hjá katalansku sjálvstýrismyndugleikunum verður væntandi at lýsa Katalonia at hava loyst frá Spania.
Felipe kongur roynir at verja sponsku ríkiseindina
Mynd: Savnsmynd  
 
21.10.2017 - 09:24

Spanski kongurin, Felipe 6., hevur enn einaferð lagt uppí politisku støðuna millum Katalonia og ríkisstjórnina í Madrid aftaná fólkaatkvøðuna um loysing frá Spania.

Í røðu á einum hátíðarhaldi segði Felipe kongur, at katalanska stjórnin ger seg inn á sponsku ríkiseindina, og at landið fer at loysa trupulleikan ígjøgnum sínar demokratisku stovnar.

Í Barcelona hevur leiðslan fyri sjálvstýrismyndugleikarnar verið um at lýsa Katalonia sjálvstøðugt, og í Madrid verður fyrireikað at seta landspartastjórnina frá valdinum og at stjórna Katalonia beinleiðis úr spanska høvuðastaðnum.

Val í januar mánað

Sosialistaflokkurin í katalanska tinginum, sum situr í andstøðu, og er ímóti loysingini, sigur, at umframt at taka valdið frá landspartastjórnini í Barcelona, ætlar spanska ríkisstjórnin at val skal haldast í Katalonia í januar mánað.

Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, fer væntandi í dag at boða frá, at grundlógarásetingin við heimildini at stýra Katalonia beinleiðis úr Madrid, verður sett í verk.

Verður tað endin kann seinasta gerðin hjá katalansku sjálvstýrismyndugleikunum fara at vera at lýsa Katalonia sum sjálvstøðuga tjóð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512
Leygardag 18. januar
Taradrotningin - teknmálstulkað
186508