- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fær heiður fyri heilsuverk, ið er farið um koll
Heimins kosnu øtast, nú kunngjørt er, at alheims heilsustovnurin hjá ST - WHO - hevur heiðrað Robert Mugabe, forseta í Zimbabwe við heitinum vælvildarsendimaður. Heitið frá alheims heilsustovninum hevur forsetin fingið fyri tiltøk síni at basa sjúkum, ið ikki smitta.
Samstundis rósti nýggi aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus úr Etiopia, Robert Mugabe fyri ídni hansara til frama fyri fólkaheilsu og sjúkulinna.
Men tey, ið kenna viðurskiftini í Zimbabwe vita, at øll heilsuskipanin er farin um koll, og at forsetin og ráðharrar hansara sjálvir fara av landinum, tá teimum tørva læknahjálp.
Eingin løn og trot á heilivági
Á sjúkrahúsunum í Zimbabwe arbeiða læknar og røktarstarvsfólk ofta uttan løn í langa tíð, og støðugt trot er á heilivági.
Amerikanska Human Rights Watch sigur tað vera skomm, at Robert Mugabe skal hava fingið heitið vælvildarsendimaður, tá mannarættindini í Zimbabwe verða havd í huga.
Við Robert Mugabe, forseta, á odda hevur mutur, rotinskapur og búskaparlig vanstýring gjørt enda á heilsuverkinum í Zimbabwe, sigur Kenneth Roth, stjóri í felagsskapinum Human Rights Watch.
Fer sjálvur til lækna utanlands
- Sum tey flestu vita, fer Robert Mugabe sjálvur av landinum at søkja sær heilsubót. Í ár hevur hann verið í Singapore tríggjar ferðir, og fremstu ráðharrar og embætismenn hansara fara til Suðurafrika, tá nakað bagir teimum.
- Og fert tú á sjúkrahús í Zimbabwe, er trot á øllum tí mest neyðturviliga, sigur Kenneth Roth.
- At heiðra Robert Mugabe sum viðurkenninng fyri tað, hann skal hava gjørt til frama fyri heilsu- og heilsutænastur, er fullkomiliga burtur úr vón og viti, sigur stjórin fyri Human Rights Watch.
Andstøðan er í øðini
Á sama hátt finst politiska andstøðan í Zimbabwe harðliga at WHO og sigur tað vera eina háðan, at Robert Mugabe skal hava fingið heitið vælvildarsendimaður við teirri støðu, heilsuverk hansara er í.
Robert Mugabe sjálvur var á ráðstevnu hjá WHO í Montevideo í Uruguay, tá hann fekk boðini. Har greiddi forsetin frá tí, gjørt verður í Zimbabe fyri fólk við krabba, lungnasjúkum og diabetes.