Vinnan vil eisini hava bíligan avlopsstreym

Vinnan vil eisini hava bíligan avlopsstreym
Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at tey, sum brúka grøna orku, sleppa bíligari. Men felagið vil eisini hava bíligari streym til vinnuna
Um náttina leypir streymur av hjá SEV. Hann kann seljast bíligari, heldur landsstýrið.
 
18.10.2017 - 09:16

Vinnan eigur eisini at fáa bíligari streym, tá SEV hevur streym, sum leypir av, serliga um náttina.

Føroya arbeiðsgevarafelag hevur ummælt ætlaðu broytingina í elveitingarlógini.

Landsstýrið ætlar at loyva SEV at hava ein serligan prís fyri streym, sum verður brúktur til hitapumpur og til at løða el-bilar. 

Ávirkar SEV

Hesin prísur kann í mesta lagi vera 40 oyru, 50 oyru við meirvirðisgjaldi, lægri enn hægsti prísurin hjá SEV.

Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við hesum. 

Men felagið heldur, at lógarheimildin eigur at verða víðkað, so SEV eisini sleppur at lækka prísin til privatu vinnuna, tá avlopsorka er tøk. Tað er hon serliga um náttina.

Arbeiðsgevarafelagið vísir eisini á, at uppskotið hjá landsstýrinum sigur ikki, hvussu tað fer at ávirka SEV fíggjarliga og streymprísin yvirhøvur at broyta lógina um elveiting.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. apríl
Morgunlestur mikudagur 9.apríl 2025
190384
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366