Kvinnurnar farnar í verkfall

Kvinnurnar farnar í verkfall
Kvinnurnar á danska fótbóltslandsliðnum eru farnar í verkfall, og tí er landsdysturin móti Svøríki fríggjadagin avlýstur
 
18.10.2017 - 16:30

Orsøkin er ósemjan millum danska fótbóltssambandið, DBU, og leikararnar. Tey hava til fánýtis roynt at fáa semju um nýggja avtalu, og tí møttu leikararnir ikki til venjing í Helsingør mándagin, týsdagin og í dag.

Leikararnir á danska kvinnulandsliðnum í fótbólti gjørdust hetjur, tá tær vunnu silvur í EM-kappingini, men síðani hevur ósemjan við DBU lagt skugga yvir avrikini á vøllinum.

DBU boðaði ígjár frá, at svenska fótbóltssambandið fær boðini í dag um, at leikarar ikki vilja spæla týdningarmikla HM-undankappingardystin í Gøteborg. 

Løn og reglur

Ósemjan snýr seg partvíst um pengar, men eisini um aðalreglur. Leikararnir krevja, at DBU skal átaka sær arbeiðsgevaraábyrgd, men tað vil DBU ikki.

Vónin um at Danmark kemur við í HM-endaspælið í 2019 hongur sostatt í klønum tráð.

Kvinnurnar á danska landsliðnum sita tó ikki hendur í favn. Tær hava skipað sína egnu venjing aðrstaðni í Sjællandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859