- Tíðindi, mentan og ítróttur
Schauble ávarar um fíggjarkreppu
Týski fíggjarmálaráðharrin, Wolfgang Schauble, sum nú leggur frá sær sum fíggjarmálaráðharri, ávarar um, at eftirmaður hansara uttan iva fer at fáa stórar avbjóðingar av eini nýggjari fíggjarkreppu.
Orsøkina sigur hann vera søguliga lágu rentuna sum europeiski miðbankin heldur fast um, samstundis sum pengar verða gjørdir, og sprændir út á marknaðin. Í samrøðu við Financial Times, sigur hann, at bæði almenna og privata skuldin hækkar við rúkandi ferð, og tað fer at koma aftur um brekku.
75 ára gamli, Schauble, hevur verið fíggjarmálaráðharri í Týsklandi í átta ár, og var við til at fáa Europa aftur á føtur eftir fíggjarkreppuna sum byrjaði í 2007.
Fleiri europeisk lond hava funnist at Schauble, tí hann hevur verið ov varin. Hann hevur m.a. fleiri ferðir heitt á tjóðbankar kring heimin um at normalisera pengapolitikkin, og hevur funnist at lágu rentunum, sum sambært honum hava økt um penganýtsluna. Og tað fer at fáa avleiðingar sum frálíður, er hansara sjónarmið. Hann sigur seg stuðla sjónarmiðið hjá franska forsetanum, sum mælir til grundleggjandi broytingar á evruøkinum.
- Vit mugu vera varin, so vit klára at taka okkum av eini nýggjari fíggjarkreppu, tí tíðirnar vera ikki altíð so góðar sum tær eru nú, sigur Wolfgang Schauble.