Eysturríki snarar til høgru

Eysturríki snarar til høgru
Stórur spenningur á tjóðartingsvalinum í dag
 
15.10.2017 - 18:05

Eysturríki kann taka eitt stórt stig til høgru á tjóðartingsvalinumí dag, tí ungi formaðurin í Konservativa flokkinum, 31 ára gamli, Sebastian Kurz, stendur til at vinna valið. Hann er frammanundan kendur sum yngsti uttanríkisráðharrin í landinum nakrantíð.

Vinnur konservativi flokkurin valið, sum útlit eru fyri, so fer Kurz uttan iva at skipa stjórn saman við víðgongda høgraflokkinum, Frælsisflokkinum, sum Hans-Christian Strache, er formaður í.

Ímóti teimum báðum kappast formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum, Christian Kern, um at vinna valið.

Sosialdemokratiski flokkurin hevur nýtt skitin vápn í valstríðnum, m.a. hevur flokkurin nýtt heimasíður, sum skuldu gera Sebastian Kurz, til ein rasistiskan og antisemittiskan polittikara. Framferðin varð avdúkað, og tað fekk álvarsligar avleiðingar fyri flokkin, bæði innanhýsis og millum fólk.

Gongdin í Eysturríki er tann sama sum í fleiri øðrum europeiskum londum, har gomlu kendu flokkarnir ikki klára at standa seg ímóti nýggju ungu polittikarunum, sum koma sær fram.

Vinna konservativu flokkarnir valið í Eysturríki í dag, so er eingin ivi um, at politikkurin ímóti eitt nú flóttafólkum og fremmandum sum ætla sær at koma til Eysturríki, verður herdur munandi. Tað kann so hava við sær, at fólk í øðrum londum, eitt nú í Italia og Spania, fara at velja øðrvísi, tá tey aftur skulu á val, og tá kunnu lond sum Týskland og Frakland gerast meira avbyrgd í sínum sjónarmiðum, enn tey eru nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155