- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sviar leingja marknaeftirlitið
Svenska stjórnin sigur, at tað er hóttanin móti landsins trygd og vandin fyri nýggjum yvirgangsálopum, sum er orsøkin. Verðandi marknaeftirlit gongur út 11. november.
- So seint sum 7. apríl í ár var yvirgangsálop framt í Svøríki. Og nærum hvønn mánað henda álvarslig álop fleiri staðni í Evropa. Tí eru vit samd um, at neyðugt er við betri eftirliti við, hvussu fólk ferðast innan felagsskapin, segði Johansson við Svenska YLE í sambandi við fundin fyri innanríkisráðharrar í ES.
Tey sum koma til Svøríki úr Týsklandi, og ikki minst úr Danmark, skulu sostatt frameftir eisini vísa samleikaprógv.
Umframt Svøríki, fara Danmark, Týskland, Frakland, Eysturríki og Noreg at leingja marknaeftirlitið til mai-mánað næsta ár.
ES-nevdnin hevur boðað frá, at tað er ikki trýsti frá migrantum, sum er orsøkin til marknaeftirlit, - men at nevndin góðkennir longt marknaeftirlit av trygdarávum.