- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA fíggjar Norðurkoreansku myndugleikunum
Í Hunchun í Kina eru nógv fólk til arbeiðis, har tey gera fiskavørur klárar, sum skulu sendast á amerikanska marknaðin.
Fólkini liva í legum, tey arbeiða minst 12 tímar um dagin, og sleppa ikki úr leguni uttan serligt loyvi. 70 prosent av tí tey tjena, verður sent heim til Norðurkorea. Tí eru tað fólk í USA sum fíggja virksemið hjá norðurkoreansku myndugleikunum, vísir ein kanning hjá AP tíðindastovuni.
Mett verður, at arbeiðsfólk úr Norðurkorea tjena millum 1,3 og 3,2 milliardir kr. í útlandinum, sum síðani verða sendar heim til myndugleikarnar.
Kanningin hjá AP vísir, at vørur sum norðurkoreanar hava framleitt, verða seldar í USA, Kanada og í fleiri londum í ES.
Hildið verður, at minst 300 norðurkoreanar arbeiða í Hunchun í Kina. Tey fáa í besta lagi 300 dollarar um mánaðin meðan kinesisk arbeiðsfólk fáa minst 540 dollarar um mánaðin.
Fólk úr Norðurkorea arbeiða eisini í byggivinnuni í fleiri arabiskum londum, á skipasmiðjum í Polandi, í skógum í Ruslandi og í fiskivinnuni í Uruguay, vísir kanningin hjá AP.