- Tíðindi, mentan og ítróttur
IS syngur uppá síðsta vers
Felagsskapurin, sum í fleiri mánaðir hevur verið við undirlutan móti sýriska og irakiska herinum, og av loftálopum, er nú svunnin niður í næstan einki.
Fyri umleið hálvum ári síðani byrjaðu herðmenn hjá islamskum stati av álvara at rýma úr felagsskapinum - teir flestu royndu at sleppa inn í Turkaland.
Í august tóku irakiskar herdeildir stórbýin Mosul frá Islamskum Stati, og nú stendur bardagin um sýriska býin Raqqa, sum hevur verið høvuðsstaður í sonevnda kalifatinum hjá Islamskum Stati.
Støddin á økinum, sum Islamskur Statur hevur tamarhaldið á, er í dag ein brotpartur av tí, sum tað var, tá ið felagsskapurin var í hæddini seinast í 2014.
Tað var á sumri í 2014, at leiðarin hjá Islamskum Stati Abu Bakr al-Baghdadi kunngjørdi kalifatið í Sýria og Irak. Økið vaks skjótt at byrja við, men longu í januar 2015 fylktust fleiri lond og felagsskapir ímóti Islamskum Stati, og síðani hevur felagsskapurin og økið hjá honum verið í støðugari minking.
Tá ið Raqqa er tikin, eru bert fá økir eftir, har felagsskapurin heldur til. Tey eru serliga á markinum ímillum Sýria og Irak, har fá fólk búgva.