- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú vilja nógv búgva á Hamrabøi í Kollafirði
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kollafjordur-google_maps.jpg?itok=Mrn5oJFn)
Yvir hálvthundrað fólk vilja keypa grundstykki á Hamrabøi í Kollafirði.
Tórshavnar kommuna boðar frá, at nú freistin er farin, hava 53 skrivað seg upp til lutakastið um tey 12 stykkini.
Grundstykkini á Homrum eru bílig sammett við onnur grundstykki, sum kommunan selur.
Bílig stykki
Stykkini eru í miðal 544 fermetrar, og tey kosta góðar 255.000 kr.
22 stykki er á Hamrabøi.
Tey vórðu øll boðin teimum 11 á bíðilistanum, sum vildu keypa á Hamrabøi, við lutakasti eftir teirri mannagongd, sum hevur verið brúkt higartil.
Øll sleppa við
Nú eru 12 stykki eftir og mannagongdin ein onnur. Eingir bíðilistar eru nú.
Og fyri fyrstu ferð ber eisini til hjá fólki, sum ikki búgva í Tórshavnar kommunu, at keypa grundstykki frá kommununi.
Seinni í ár fer Tórshavnar kommuna at hava lutakast um stívliga 40 grundstykki við Klingurstjørn á Argjum.