- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tora ikki at flúgva fyri rakettum úr Norðurkorea
Norðurkoreanska rakettskjótingin seinastu tíðina er atvoldin til, at eitt asiatiskt flogfelag hevur útsett ætlanina um at flúgva eina nýggja rutu millum kyrrahavsoynna Guam og Nagoyo í Japan.
Fyri einum góðum mánaði síðani kunngjørdi flogfelagið HK Express, sum hevur støð í Hong Kong, at rutan skuldi byrja 29. oktober.
Nú hevur flogfelagið gjørt av at útseta nýggju rutuna til næsta summar.
HK Express tók hesa avgerðina beint eftir seinastu norðurkoreansku royndarskjótingina, sum var fríggjadagin.
Rakettirnar røkka langt
Amerikanski kyrrahavsherurin sigur, at Norðurkorea skeyt eina rakett, sum røkkur langt. Hon fleyg 3.700 kilometrar í 19 minuttir, áðrenn hon datt niður í Kyrrahavið.
USA hevur eina herstøð á oynni Guam, sum er eitt serstakt amerikanskt øki. Hon liggur 3.400 kilometrar frá norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang.
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hevur hótt við at skjóta rakettir eftir havleiðunum við Guam.
Ávirkar búskapin á Guam
At Guam er vorðin miðdepil í stríðnum millum Norðurkorea og USA hevur við sær, at búskaparliga støðan á oynni er nógv versnað.
Ferðavinnumyndugleikarnir hava upplýst, at í august avlýstu ferðaskrivstovur, skúlar og handilsfólk 7.426 ferðir til Guam.
Flestu avlýsingarnar vóru úr Japan.
HK Express bjóðar teimum, sum hava bílagt ferð til Nagoyo, at fáa útreiðslurnar endurgoldnar.