- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar skulu helst á val aftur í oktober
Íslendingar skulu helst á val aftur í oktober
Nú klokkan 12 fer íslendski forsætisráðharrin, Bjarni Benediktsson, til Guðna Th. Jóhannesson, forseta, at boða frá, at val verður útskrivað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/island_flagg.png?itok=75ScRizh)
18.09.2017 - 11:30
Kreppa kom í, eftir at flokkurin Bjørt framtíð tók seg úr stjórnini í síðstu viku, og nú eru bara Sjálvstæðisflokkurin og Viðreisn eftir.
Formaðurin í Bjartari framtíð, Óttarr Proppé, vil ikki góðtaka, at pápi Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, hevur skrivað undir eitt bræv, sum viðmælir, at ein maður, ið er dømdur fyri at gera seg kynsliga inn á eitt barn, verður reinsaður.
Tað er álitisbrot, at forsætisráðharrin ikki hevur boðað stjórnini frá hesum, áðrenn tað frættist í fjølmiðlunum, sigur Óttarr Proppé við íslendskar miðlar.
Valið verður helst hildið 28. oktober.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV