- Tíðindi, mentan og ítróttur
SU umlagt men føroyingar varðveita síni rættindi
SU umlagt men føroyingar varðveita síni rættindi
Søren Pind hevur svarað Sjúrði Skaale um danska lestrarstuðulin til føroyingar

Sambært Søren Pind er eingin orsøk hjá føroyingum at stúra fyri SU.
Mynd: Mynd: Venstre
15.09.2017 - 12:33
Onkur broyting er á veg.
Men lesandi føroyingar missa ikki rættin til danskan lestrarstudning, SU.
Tað sigur Søren Pind, undirvísingarmálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.
Umskipar SU
Søren Pind sigur, at sambært samgonguskjalinum, ætlar ríkisstjórnin í hesum valskeiðinum at umskipa SU.
Har verður eisini hugsað um føroyingar, sigur hann.
Men Søren Pind sær onga orsøk til at broyta verandi mannagongd.
Hon er, at bústaður í Føroyum er at meta sum bústaður í Danmark. Tí fáa føroyingar SU.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV