- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur skrivað út val
Íslendski forsætisráðharrin Bjarni Benediktson hevur skrivað út val.
Tað skrivar Reuters
Orsøkin er, at flokkurin Bjørt framtíð tók seg úr stjórnini í gjár og eftir hetta vóru bara Sjálvstæðisflokkurin og Viðreisn eftir í samgonguni.
Kreppan er komin í , tí formaðurin í Bjartari framtíð, Óttarr Proppé kann ikki góðtaka, at pápi Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, hevur skrivað undir eitt bræv, sum viðmælir, at ein maður, ið er dømdur fyri at gera seg kynsliga inn á barn, verður reinsaður.
Tað er álitisbrot, at forsætisráðharrin ikki hevur boðað stjórnini frá hesum, áðrenn tað frættist í fjølmiðlunum, sigur Óttarr Proppé við islendskar miðlar.
Altingsval verður væntandi í november, sigur Bjarni Benediktson