Høgni Hoydal sagt fólkatingssessin frá sær

Høgni Hoydal sagt fólkatingssessin frá sær
Tjóðveldi hevur í dag sent fráboðan út, um at Høgni Hoydal sigur fólkatingssessin frá sær, so Magni Arge kann fara í farloyvi og taka sæti í løgting
 
14.09.2017 - 11:23

Síðani í summar hevur Magni Arge bæði havt sæti á fólkatingi og í løgtinginum. Hetta er brot á samtyktirnar hjá flokkinum, sum samtykti upp undir fólkatingsvalið í 2015, at eitt tjóðveldisumboð ikki fór at at sita á bæði løgtingi og fólkatingi í senn, men at skiftast kundi ímillum við farloyvi, um talan var um løgtingsvald umboð.

Tjóðveldi hevur í dag sent fráboðan út, um at Høgni Hoydal sigur fólkatingssessin frá sær, so Magni Arge kann fara í farloyvi og taka sæti í løgtinginum, tá hann vil tað. 

Magni Arge kann sum varamaður fyri Høgna Hoydal ikki fara í farloyvi fleiri ferðir, og tí hevur Magni Arge ikki kunna tikið sæti í løgtinginum, tá hann hevur vilja tað.

Henda støðan, at flokkurin brýtir egnu reglur er sera óheppin fyri flokkin, og skal fáast í rætt lag í samsvari við tað, ið vit hava samtykt og boðað frá skrivar Høgni Hoydal í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag.

Tí hevur hevur hann gjørt av at boða Fólkatinginum frá, at hann tekur ikki aftur við fólkatingssessinum í hesum valskeiði, skrivar Høgni Hoydal.

 

“Við hesi loysn fái eg framt tað, at vit halda okkara samtyktir um, at sami persónur ongantíð situr í tveimum sessum í senn, og at farloyvi skal takast úr øðrum tinginum. 

Eg eri komin til ta niðurstøðu, at henda loysnin er tann besta fyri flokkin, soleiðis at ongi nýggj ivamál og støður taka seg upp í sambandi við okkara ynski og samtyktir um at røkja teir álitissessir til fulnar, ið vit hava fingið frá veljarunum.

Havi sjálvsagt umhugsað støðuna gjølla. Eg og flokkurin fingu jú stóra undirtøku á fólkatingsvalinum, sum eg eri sera takksamur fyri. Tó hevur tað leingi staðið greitt, at av tí, at eg eri landsstýrismaður, floksformaður og ein av samgonguleiðarunum, brúki eg alla orku í Føroyum við teimum stóru politisku málum, ið eru fyri framman, og fari ikki at røkja fólkatingssessin,” sigur Høgni Hoydal í fráboðan til miðlarnar í dag.

Magni Arge hevur boðað frá, at hann tekur farloyvi úr Løgtinginum frá í dag at rokna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342