Betri letur væl at úrslitinum í fyrru helvt

Betri letur væl at úrslitinum í fyrru helvt
Tryggingin hevði tó stórar útreiðslur og nærkaðist nullinum
Tryggingin kundi havt betri úrslit í fyrra hálvári, sigur Betri samtakið.
 
14.09.2017 - 12:02

Úrslitið hjá Betri samtakinum var 77,6 mió. eftir skatt í fyrra hálvári.

Tað er betri enn væntað, sigur Betri, men tó ikki hjá tryggingini.

Virkið hjá Varðanum Pelagic var tryggjað hjá Betri trygging. Tað kostar Betri trygging nógv.

Harafturat eru tveir stórir eldsbrunar, sum gera, at avlopið hjá tryggingini er bara 400.000 kr. fyrra hálvárið. Tað var 14,4 mió, kr. í fyrru helvt av 2016.

Væntar stórt avlop í ár 

Nettoúrslitið hjá Betri banka var 87,8 mió. kr. í avlopi í fyrru helvt av 2017.

Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið í Betri Pensjón gav 1,8 mió. kr. í avlopi.

Javnin hjá Betri samtakinum var 12,5 milliardir krónur 30.juni í ár. 

Eginognin hjá samtakinum er 2,9 milliardir krónur.

Betri samtakið væntar eitt avlop upp á 120 til 165 mió. kr. fyri skatt í 2017.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109