- Tíðindi, mentan og ítróttur
TAKS í norðurlendskum tollsamstarvi
TAKS í norðurlendskum tollsamstarvi
Tollmyndugleikarnir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi hava skrivað undir yvirlýsing á tolløkinum, upplýsir grønlendska sjálvstýrið í tíðindaskrivi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/taks_1.jpg?itok=F_yFxgwH)
F.v. Eyðun Mørkøre, Kim Neumann Nielsen og Snorri Olsen
Mynd: Grønlendska sjálvstýrið
13.09.2017 - 09:37
- Yvirlýsingin leggur dent á samstarvið millum tollmyndugleikarnar í Norðuratlantshavi, og við henni ber nú til at brúka upplýsingar og serfrøði hjá hvørjum øðrum, skrivar sjálvstýrið.
Í yvirlýsingini er dentur lagdur á høvuðsøkini:
narkohundar, skannig og beinleiðis eftirlit við vørum, vandalýsing og ætlanir fyri eftirlit, at keypa serútgerð, venjing og HR-avbjóðingar. Eisini fevnir yvirlýsingini um stýring og gjøgnumskygni.
Myndugleikarnir hava bundið seg til at hittast annaðhvørt ár á leiðslustigi fyri at tosa um tollstrategi, skrivar Sermitsiaq.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV