- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur formaður veljast
Nýggjur formaður veljast
Landsstýrismálanevndin skal velja nýggjan formann í dag.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/cb85f10b1f0029d3806ef8fea8af8053.png?itok=tHLHNgTg)
13.09.2017 - 07:26
Nýggjur formaður skal veljast í landsstýrismálanevndini í dag.
Nevndin hevur fund í dag, og á skránni er formansval, sæst á heimasíðuni hjá løgtinginum. Landsstýrismálanevndin skal hava eftirlit við, at landsstýrið heldur seg innan fyri teir karmar, íð lógin setir. Jógvan Skorheim, tingmaður, hevur verið formaður í landsstýrismálanevndini seinastu tvey árini, men herfyri segði hann seg úr sessinum, tí hann heldur, at nevndin ikki riggar og hevur ikki tey amboð, ið skulu til fyri at fáa greiðu á málum.
Hini í landsstýrismálanevndini eru Magnus Rasmussen og Anita á Fríðriksmørk.
Landsstýrismálanevndin hevur fund klokkan níggju í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV