Velja nýggjan formann í morgin

Velja nýggjan formann í morgin
Tá formansvalið í landsstýrismálanevndini er avgreitt, koma kærurnar, sum hava ligið í nevndini í fleiri mánaðir, aftur til viðgerðar
Landsstýrismálanevndin fær nýggjan formann í morgin
 
12.09.2017 - 08:38

Tað verður nýggi formaðurin ella nýggja forkvinnan, sum fer at sita við borðendan, tá landsstýrismálanevndin aftur fer at viðgera kærurnar, sum nevndin hevur fingið.

Jógvan Skorheim í Sjálvstýri hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum formaður í landsstýrismálanevndini, tí eftir hansara tykki hevur nevndin ov fáar heimildir.

Landsstýrismálanevndin hevur fund í morgin klokkan níggju, og fyrsta punkt á skránni er formansval.

Hini bæði í nevndini eru Annita á Fríðriksmørk í Tjóðveldi og Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum. Annað teirra verður forkvinnna ella formaður.

Tá formansvalið er avgreitt, fer nevndin at viðgera tríggjar kærur um Høgna Hoydal, landsstýrismann.

Meginfelag Útróðrarmann hevur kært um fiskidagarnar í fjør, Jørgen Niclasen hevur kært um fiskirættindi, og Bjørn Kalsø hevur kært landsstýrismannin í fiskivinnumálum um uppskotið um at fyrisita sjófeingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342