- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurkorea hevur langtrøkkandi kjarnorkuvápn
Norðurkorea sigur seg nú hava kjarnorkuvápn - heilt ítøkiliga eina brintbumbu - sum røkkir allan vegin til amerikanska meginlandið, um neyðugt. Norðurkorea hevur seinastu árini gjørt fleiri royndarspreingingar og sambært stýrinum í afturlatna landinum eydnaðist tann 6. royndarspreinginin í september í fjør serstakliga væl.
USA: Vit svara aftur um neyðugt
Líkist jarðskjálvta
Jarfrøðisligar kanningar stuðla uppáhaldinum, sambært BBC. Seismologiskar mátingar vístu eitt munandi størri útslag enn áður mátað í sambandi við kjarnorkuroyndarspreingingar.
Hóast øll tíðindi, sum koma beinleiðis frá norðurkoreanska stýrinum skulu takast við fyrivarni, tykjast politisku boðini verða greið. Norðurkorea tykist ikki sinnað at taka ógvusligu hóttaninar frá Donald Trump forseta í álvara.
Hoyr hví Lau Øfjord Blaxekjær ikki heldur, at tað verður kríggj