- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja nýtt forsetaval í Kenja
Tað skrivar AP.
Altjóða valeygleiðarar góðkendu valúrslitið, hóast óreglusemi var ávíst.
Forsetin í Kenja, Uhuru Kenyatta, vann valið við 54 prosentum av atkvøðunum, og umstrídda valúrslitið elvdi til harðar samanbrestir í gøtunum í høvusstaðnum, har í minsta lagi 24 fólk lótu lív.
Boðini frá hægsta rætti eru góð tíðindi hjá andstøðuleiðaranum, Raila Odinga, sum fleiri ferðir hevur víst á, at Uhuru Kenyatta vann valið við valsviki.
Sakførarin hjá Odinga sigur, at meira enn 5 miljónir atkvøður eru við í valsvikinum, og tí hevur hann kravt, at valið verður ógildað.
Avgerðin hjá Hægstarætti kom óvart á fólk í Kenja, tí tey ivaðust í, um Hægstirættur tordi at taka so stóra avgerð.