- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heldur ikki í morgun bar til at hava rættarfund
Aftur hesa ferð varð eitt revsimál um eldáseting útsett.
Orsøkin er tann sama sum seinast.
Annar ákærdi maðurin er horvin.
Tað eydnaðist ikki politinum at finna hann fyri rættarfundin:
Kom ikki í rættin
Heldur ikki í morgun bar til at byrja revsimálið um eldásetingina við Tinghúsvegin í Havn í fjør summar.
Annar skuldsetti maðurin kom ikki í Føroya rætt í morgun.
Hann visti annars um rættarfundin í dag.
Hóast verjin ringdi til hansara og politiið leitaði eftir honum, varð maðurin hvørki at hitta ella finna.
Tveir menn, ávikavist 27 og 30 ára gamlir, eru skuldsettir fyri at hava sett eld á eitt hús við Tinghúsvegin í Havn í fjør summar. Teir skuldu í Føroya rætt tann 4.juli.
Men av tí at annar teirra heldur ikki tá kom í rættin, bar ikki til at hava rættarfundin tá.
Ikki fráverudómur
Sambært rættargangslógini, sum er galdandi í Føroyum, ber ikki til at avgreiða eitt revsimál í rættinum uttan tann, sum er ákærdur, er hjástaddur har.
Hann kann tó geva loyvi til, at málið verður viðgjørt kortini, men tað er ikki hent í hesum førinum.
Tí ber ikki til at avgreiða mál hansara við fráverudómi.
Nógv vitni skulu avhoyrast um málið, og tveir rættardagar eru settir av. Roynt verður aftur í morgin.
Menninir báðir vórðu tiknir somu nátt, sum eldur var í. Teir hava higartil noktað seg sekar.
Í málinum er eitt endurgjaldskrav fyri húsið, slakar 1,7 mió. kr.
AA húsið
Tórshavnar kommuna átti húsið, sum vanliga varð rópt AA húsið, tí AA felagsskapurin hevði sínar fundir har.
Tað var beint fyri klokkan ellivu um kvøldið tann 20.juli í fjør, at politiið fekk fráboðan um eldin við Tinghúsvegin í Havn.
Húsini stóðu, men alt var brent innan.
Nakrar dagar seinni varð staðfest, at eldurin varð ásettur.
Húsið við Tinghúsvegin er nú tikið niður.