Salt á Facebook: Ólavur Rasmussen settur í starv

Salt á Facebook: Ólavur Rasmussen settur í starv
Salt Grunnurin hevur sett Ólav Rasmussen í starv, skrivar Salt á Facebook.
 
25.08.2017 - 18:21

Nevndin fyri Salt grunnin hevur í dag sett Ólav Rasmussen í starv sum stjóra í Salt.

Tað verður kunngjørt á facebook-bólkinum, Salt Sound & Live Theatre seinnapartin.

Har stendur eisini, at starvið verður sett frá 1. oktober ella eftir aðrari avtalu við partarnar.

Noyddust at søkja umaftur

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Salt grunnurin setir Ólav Rasmussen í starv.

Í fjør vár bað Fíggjarmálaráðið nevndina um at lýsta stjórastarvið av nýggjum, tí Ólavur Rasmussen, sum eisini er formaður í grunninum, var tann einasti umsøkjarin, og sum eftir ætlan skuldi lønast við 50.000 krónum um mánaðin.

Nevndin tók áheitanina til eftirtektar.

Formaðurin fekk løn

Í apríl í fjør bað næstformaðurin í grunninum, Kristian Holbæk Kristensen, Fíggjarmálaráðið um loyvi at lata Ólavi Rasmussen, formanni, fáa 35.000 krónur um mánaðin í løn, umframt pensjón, tí formaðurin hevði nógvar leiðsluuppgávur at taka sær av, til nýggjur stjóri er settur.

Fíggjarmálaráðið svaraði, at ráðið helt samsýningina til formannin vera rímiliga.

Fyrr í summar varð søkt eftir stjóra til mentanarhúsið, Salt, á Drelnesi í Suðuroy. Freistin at søkja var úti 17. august. Tann dagin segði Bárður Larsen, løgfrøðingur, við in.fo, at fimm umsóknir vóru til starvið. Nevndin fyri Salt er setanarnevnd til stjórastarvið, men hon valdi at knýta Bárð Larsen afturat sær sum fakligan ráðgeva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946