Ikki søkt eftir nýggjum stjóra enn

Ikki søkt eftir nýggjum stjóra enn
Tað kunnu ganga mánaðir áðrenn Landssjúkrahúsið fær nýggjan stjóra. Johnny í Grótinum fer 1. september, men enn er ikki søkt eftir nýggjum stjóra
 
22.08.2017 - 15:32


Johnny í Grótinum fer úr stjórasessinum á Landssjúkrahúsinum 1. september, men enn er eingin nýggjur stjóri settur.

Hóast tríggir mánaðir eru lidnir, síðani Johnny í Grótinum segði stjórastarvið á Landssjúkrahúsinum frá sær, hevur Heilsumálaráðið ikki søkt eftir nýggjum stjóra enn. Tí kunnu ganga fleiri mánaðir, áðrenn landssjúrkahúsið fær nýggja leiðslu.

Heilsumálaráðið arbeiðir í løtuni við eini heilsunýskipan, har millum annað leiðslurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum verða lagdar saman í eina felags leiðslu. 

Tað ljóðaði at Johnny í Grótinum skuldi vera ovasti leiðari í nýggju sjúkrahúsleiðsluni, og saman við lokalbundnum leiðslum mynda leiðsluna í sjúkrahúsverkinum og tí er spurningurin um Heilsumálaráðið skal søkja eftir einum ella tveimum stjórum. 

Ein leiðar skal verða settur fyri alt sjúkrahúsverkið í seinasta lagi 1. januar 2018.

Tað er ikki eydnast at fáa orðið á landsstýriskvinnuna í Heilsumálum í dag, men sambært aðalstjórinaum Turið Arge kemur heilsumálaráðið við eini fráboðan í vikuni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. februar
Norðurljóð 17.februar
187247
Mánadag 17. februar
Til lukku Eyðun & Atli
187881
Mánadag 17. februar
Morgunlestur mánadagur 17.februar 2025
186670
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762