- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin tjóðarsemja verður um stjórnarskipan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/aksel_og_bardur.jpg?itok=_3qnhjcW)
Sambandsflokkurin tekur ikki undir við stjórnarskipanini, tí tað er at spæla hasard við føroyingum.
Í heilsíðulýsing í Sosialinum og á sosialu miðlunum mælir Sambandsflokkurin fólki frá at taka undir við stjórnarskipanaruppskotinum hjá løgmanni.
Tí er einki, sum bendir á, at tjóðarsemja fæst um stjórnarskipanina, sum eftir ætlan skal til fólkaatkvøðu flaggdagin næsta ár.
Tað hóvar ikki Sambandsflokkinum, at stjórnarskipanin skal standa undir liðini á donsku Grundlógini, sum løgmaður alment hevur ført fram.
Onnur hava ført fram, at stjórnarskipanin skal vera oman fyri Grundlógina.
- Tað letur seg ikki gera, uttan at Føroyar fara úr Ríkinum og ríkisfelagsskapinum, heldur Sambandsflokkurin.
Sambandsflokkurin vil halda seg til Grundlógina, tí hon tryggjar føroyingum ríkisborgaraskap og hópin av ríkisborgararættindum.
- Kemur sonevnda stjórnarskipanin til fólkaatkvøðu næsta ár, er talan um eitt álvarsligt val, ið fær ávirkan á teg og tínar eftirkomarar í alla framtíð, skrivar Sambandsflokkurin í áheitanini til allar føroyingar.