Bankar í Danmark verða ríkir av avgjøldum

Bankar í Danmark verða ríkir av avgjøldum
Avlopið hjá Danske Bank var 39 milliardir kr. fyri skatt í fjør.
Ómaksgjøld muna væl í avlopinum hjá donskum peningastovnum
 
11.08.2017 - 10:15

Bankarnir í Danmark geva stórt avlop, og ein ein munandi orsøk til góðu avlopini er avgjøld, sum teir leggja á viðskiftafólkini.

Danske Bank hevði fyrra hálvár í ár 13 mia. kr. í avlopi eftir skatt.

Avlopið hjá bankanum er vaksið sera nógv síðan fíggjarkreppuna, vísa tøl hjá Fíggjareftirlitinum. Í 2012 var avlopið átta milliardir. Í fjør var tað 39 milliardir krónur fyri skatt.

Bæði stórir og smáir bankar klára seg væl, sigur Niels Arne Dam, sjeføkonomur í FinansDanmark, sum er áhugafelagsskapur hjá bankum og realkredittstovnum í Danmark.

Orsøkin til góðu gongdina er, at bankarnir duga betur at skava pengar saman frá øllum sínum viðskiftaffólkum. Bankarnir hava havt eitt áhaldandi og beint fokus á at optimera raksturin.

Meginparturin av inntøkunum stavar frá, at bankarnir missa minni upp á útlán.

Men ein annar partur er avgjøld. Seinastu fimm árini eru avgjalds- og provisjónssatsirnir øktir úr 25,6 milliardum krónum upp í 31 mia. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946