Eiga at sleppa at sigla skjótari

Eiga at sleppa at sigla skjótari
Ferðavinnufelagið hevur gjørt viðmerkingar til kunngerð frá Innlendismálaráðnum
Kunngerðin verður galdandi fyri Nólsoy, Skúgvoy og Mykines, so fuglurin har fær frið
 
04.08.2017 - 09:47

Fimm míl eru alt ov lítið.

Loyvda hámarksferðin ­eigur at vera 10 til 15 míl.

Annars ber ikki til at halda reglugerðina.

Tað sigur Ferðavinnufelagið um ætlanina hjá Innlendismálaráðnum at geva bátum boð um ikki at sigla skjótt nærri landi enn 500 metrar ­frá 1.mai til 15.august.

Kunngerðin verður galdandi fyri Nólsoy, Skúgvoy og Mykines, so fuglurin har fær frið.

Sambært uppskotinum um kunngerð verður loyvda hámarksferðin fimm míl.

Men tað er ov lítið, heldur Ferðavinnufelagið. 

Rekur harðari

Felagið sigur, at í Føroyum rekur ofta meira enn fimm míl.

Nógvir bátar hava trupulleikar við at sigla so spakuliga. 

Verður hámarksferðin hækkað upp í 10-15 míl, ber til at halda reglugerðina, sigur Ferðavinnufelagið.

Og tá verða størri sannlíkindini fyri, at endamálið við kunngerðini, sum er at verja og varðveita fuglin í bjørgunum, verður rokkið.

Ferðavinnufelagið mælir eisini til, at ein loyvisskipan fyri ferðavinnuna verður galdandi fyri Ramsarøkið, sum er Nólsoy, Skúgvoy og Mykines.

Loyvisskipanin skal umfata millum annað undirvísing um, hvussu til ber at verja djóralívið og fuglalívið í Ramsarøkinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342