Nýggir stjórar í Betri

Nýggir stjórar í Betri
Danin Bjørn Mortensen verður fyribilsstjóri í Betri Banka og Mortan Poulsen verður fyribilsstjóri í Betri Pf. Báðir taka við stjórastarvinum í dag
 
14.07.2017 - 16:32

Tað upplýsa nevndarformaðurin í Betri Pf., Birgir Nielsen og nevndarformaðurin í Betri Banka, Torben Nielsen.

Bjørn Mortensen er 49 ára gamal og hevur síðani í apríl sitið í nevndini í Betri Banka. Hann hevur royndir úr danska bankaheiminum, og frá 2006 til 2016 var hann stjóri í Nykredit Bank.

Mortan Poulsen hevur drúgvar royndir sum stjóri, og hann er nú stápsleiðari í Betri Pf. og næstformaður í nevndini fyri Betri Pensjón Pf.

Nevndirnar eru samstundis farnar undir eina setanartilgongd at finna nýggjan stjóra til Betri Banka Pf. og stjóra til Betri Pf., siga nevndarformenninir í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946