Ábyrgdin í kunngerðini um rottutýning er ógreið

Ábyrgdin í kunngerðini um rottutýning er ógreið
Kommunufelagið vil hava fund við Heilsu- og innlendismálaráðið og Umhvørvisstovuna, áðrenn kunngerðin verður sett í gildi
 
11.07.2017 - 11:06

Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er ikki greitt í uppskotinum um nýggja kunngerð um rottutýning.  Tað sigur Kommunufelagið, sum hevði viljað verið við, tá uppskotið varð gjørt. 

Kommunurnar hava stóran lut í rottutýningini sambært uppskotinum um kunngerð. Sambært uppskotinum skal aktingarfólk vera í hvørjari bygd og hvørjum býi. 

Kommunufelagið heldur, at nóg mikið er við einum aktingarfólki í hvørjari kommunu. Felagið heldur eisini, at møguleikin er ov lítil at kæra avgerðir, sum verða tiknar sambært ásetingum í kunngerðini.

Umhvørvisstovan fær óneyðugar heimildir

Tað tykist óvanligt, at Umhvørvisstovan fær serligar heimildir mótvegis kommununum, tá kommunurnar eiga lendi.

Slíkar heimildir eru óneyðugar, tí kommunurnar eiga at duga at stýra sær sjálvum. Tær hava ábyrgd av og eftirlit við so nógvum øðrum í kommununum.

Nógva staðni í uppskotinum verður víst til vegleiðingar frá Umhvørvisstovuni um fyribyrging og týning av rottu. 

Í tann mun hesar vegleiðingar ikki longu eru tøkar, so heldur Kommunufelagið tað vera ein sjálvfylgja, at kommunurnar eru við til at gera hesar vegleiðingar.

Kommunufelagið biður um fund við Heilsu- og Innlendismálaráðið og Umhvørvisstovuna at umrøða uppskotið. Felagið biður um, at kungerðin ikki verður sett í gildi, fyrr enn hesin fundur hevur verið, so eingi ivamál verða, tá kunngerðin er komin í gildi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119