- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krøv um dálking herðast
Krøv um dálking herðast
Føroysku krøvini um, hvussu nógv skip sleppa at dálka luftina, verða nú herd. Uppskot um kunngerð um luftdálking frá skipum er sent til hoyringar
05.07.2017 - 08:33
Endamálið við kunngerðini er fyrst og fremst at avmarka svávuldioxid í roykinum frá skipum. Krøv verða sett um, hvussu nógv svávul kann vera í brennioljuni hjá skipum.
Harafturat eru reglur um at brenna burturkast á skipum. Umhvørvisstovan hevur gjørt uppskotið um kunngerð fyri Innlendismálaráðið.
Við kunngerðini fara Føroyar at hava somu reglur um svávuldioxid frá skipum sum grannalondini hava. Hoyringarfreistin er til 1. september.
Útlendsk skip liggja millum oyggjar í Føroyum, meðan tey bíða eftir farmi, tí her sleppa tey at dálka meira enn í Danmark til dømis.
Nýggjastu sendingar í ÚV