Stendur skjótt í 636,5 milliónum

Stendur skjótt í 636,5 milliónum
Kostnaðurin fyri skúladepilin í Marknagili kemur nú upp á 636,5 milliónir krónur. Tað eru 245 milliónir krónur meira enn Løgtingið játtaði í 2008
Fíggjarnevndin mælir til at geva Landsverki 113,5 milliónir krónir meira til Glasir. Kostnaðurin fyri skúladepilin í Marknagili kemur sostatt upp á 636,5 milliónir krónur
 
04.07.2017 - 12:22

Fíggjarnevndin mælir til at geva Landsverki 113,5 milliónir krónir meira til Glasir. Kostnaðurin fyri skúladepilin í Marknagili kemur sostatt upp á 636,5 milliónir krónur.

Tað eru 245 milliónir krónur meira, enn Løgtingið játtaði í 2008, tá avgjørt varð at byggja skúladepilin í Marknagili. Í august í fjør bað Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, um 13,4 milliónir krónur til hitaskipanina, sum eisini varð spard burtur í upprunauppskotinum.

SÍ EISINI Glasir fleiri pengar

Nú hevur landsstýrskivnnan biðið um 87 milliónir krónur, sum skal gera tað møguligt at fáa Glasir lidnan - eitt sokallað útlegg til byggiharran, sum landið kanska  - kanska ikki - fær aftur, alt eftir hvussu sakarmálið millum byggiharran, Landsverk, og arbeiðstakaran, TG Verk, endar.

Haraftrat vil landsstýriskvinnan hava 26,5 milliónir krónur til flagtekju og undirvísingaramboð til tekniska skúla í Glasi. Øll í Fíggjarnevndini uttan Jacob Vestergaard mæla til at lata pengarnar, Mentamálaráðið hevur biðið um í hesum umfarinum.

SÍ EISINI Klára ikki at gjalda

Trupulleikarnir við verkætlanini byrjaðu beinanvegin. Fyrst var spurningurin hvussu verkætlanin skuldi bjóðast út - vinnuhúsið vildi hava at arbeiðið var boðið út í smáum, so føroyskar fyritøkur kundu fáa part av arbeiðinum hóast hetta setti munandi hægri krø vtil leiðsluna av verkætlanina. 

Endin var at arbeiðið var boðið út í 9 undiruppgávum, men tilboðini komu inn vóru tey 155 milliónir krónur dýrari enn tað, sum Løgtingið hevði játtað.

Heldur enn at sleppa ætlanunum fór Landsverk undir eina spariætlan saman við arkitektinum og 90 milliónir krónir vórðu skornar av budgettinum.

SÍ EISINI Málið ikki liðugt í ár

Eitt nú varð flagtakið og 20 prosent av glasveggunum spart burtur. Harumframt var funnið bíligari tilfar til gólv, veggir og loft og funktionalitetir sum ventilatión og streymboksir vórðu broyttar ella spardar burtur.

Fleiri av sparingunum koma nú afturíaftur - eitt nú hitaskipanin, sum Rigmor Dam bað Løgtingið um pening til í august í 2016 og flagtekjan, sum nú verður játtað.

Samanumtikið verður Løgtingið nú biðið um 113,5 milliónir afturat til byggingina í Marknagili, so kostnaðurin kemur upp í 636,5 milliónir krónur. Minnilutin í Fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard, mælir Løgtinginum frá at játta fleiri pengar nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184106
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095