- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj trygdarskipan í Sumbiartunnilin
El-Service á Skála skal gera nýggja el- og trygdarskipan í Sumbiartunlinum. Tað hava Landsverk og EL-Service gjørt sáttmála um, skrivar Landsverk á heimasíðuni, landsverk.fo
Avtalan fevnir um at seta upp ljós og trygdarútgerð í Sumbiartunlinum, sum fer at vera á sama støði sum í Viðareiðistunlinum.
Tað vil siga við ljósi, neyðljósi, trygdarskápum við telefonum og eldsløkkjarum, tólum sum kunnu máta vandamikil gass úr bilum, vakmyndatólum, stoppljósum og bummum.
Ein millión brúkast í ár
Ein sonevnd SRO-skipan, skal setast upp, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá politinum umvegis alarm og sjálvvirkandi steinging av tunlinum.
Trygdaarbeiðið í Sumbiartunlinum verður gjørt í byggistigum yvir nøkur ár, og tíðarætlanin er treytað av, hvussu stór játtanin verður.
Til arbeiðið verða í ár nýttar 1,0 millión krónur, ið fara til at gera teknikkhús og fáa lagt inn streym í tunlinum til fartelefonskipanina, sum Føroya Tele fer at seta upp í ár.