Vilja varðveita Sundsá

Vilja varðveita Sundsá
Meirilutin í Vinnunevndini hjá býráðnum mælir til at varðveita Sundsá, nú vinnuøkið á Sundi skal útbyggjast
 
20.06.2017 - 08:23

Sundsá er á dagsskánni fyri býráðsfundin í Havn í kvøld. Meirilutin í Vinnunevndini hjá býráðnum mælir til at varðveita Sundsá, nú vinnuøkið á Sundi skal útbyggjast.

Sagt verður, at um nýggja grótútfyllingin byrjar 30 metrar eystan fyri verandi havnarlag á Sundi, og vegur veður gjørdur yvir um ánna beint niðan fyri verandi brúgv, er kostnaðurin 180.000 krónur minni enn, um økini vestanfyri og eystanfyri verða bygd saman. 

Ein nýggj brúgv um Sundsá er mett at kosta tvær milliónir krónur. Minnilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, vil hava Sundsmálið viðgjørt á býráðsfundinum í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209