Hundar í smáu bygdunum í band

Hundar í smáu bygdunum í band
Nú eiga allir hundar í Klaksvíkar kommunu at vera í bandi, eisini teir í Kalsoynni, Svínoynni og í Árnafirði
 
16.06.2017 - 08:12

Kunngerðin frá 2014 um skyldu at hava hund í bandi er broytt. Í 2014 vóru hundarnir í Árnafirði, Svínoynni, Mikladali og á Trøllanesi undantiknir bandinum.

Nú eru tær bygdirnar komnar við og tær, sum seinni eru komnar upp í Klaksvíkar kommunu, Syðradalur og Húsar. 

Kunngerðin áleggur fólki, sum hava hund, at hava hundin í bandi á gøtu, vegi, breyt ella øðrum øki, sum eru opin fyri vanligari ferðslu.

Bandið skal vera so stutt, at tann, sum leiðir hundin, hevur hundin tætt inni at sær. Tey, sum ikki halda boðini í kunngerðini, kunnu fáa bót.

Kunngerðin er eisini galdandi fyri Tórshavnar kommunu og Runavíkar kommunu.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209